Vinnum�lar��i�
Leita

Fyrispurningur frá Sjúrð Skaale um mvg og jarðhiti

 

Niðanfyri er fyrispurningur, umframt svar frá Johan Dahl.

 

§52a fyrispurning frá Sjúrða Skaale, løgtingsmanni, um boriholsútgerð til royndarverkætlan hjá Jarðfeingi.


Spurningurin var soljóðandi:

 

  1. Hevur Jarðfeingi goldið MVG av nøkrum, sum útlendskar fyritøkur hava gjørt í Føroyum í sambandi við royndirnar við jarðhita?
  2. Hvørja lóg ella hvørja kunngerð bygdi landsstýrismaður sítt svar á, tá hann tann 4. oktober 2010 í skrivligum svari til fyrispurning nr. 8/2010, upplýsti fyri tinginum, at eingi avgjøld skuldu rindast av útgerð, sum varð leigað úr Svøríki og brúkt í sambandi við eina royndarverkætlan hjá jarðfeingi?
  3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um útgerðin, sum hann umrøddi í svari sínum 4. oktober 2010, varð brúkt av øðrum enn Jarðfeingi, og um MVG og onnur avgjøld eru rindað í tí sambandi?
  4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa nær umrødda útgerð kom til Føroya, hvussu leingi Jarðfeingi nýtti hana, og hvussu leingi Jarðfeingi formliga stóð sum leigari av útgerðini?
  5. Tað skiltist á svarinum, sum landsstýrismaðurin gav løgtinginum 4. oktober 2010, at umrødda royndarverkætlan var liðug. Men ikki fyrr enn dagin eftir upplýsir Jarðfeingi fyri Taks og svenska eigaranum av útgerðini, at royndarverkætlanin er liðug. Hvussu ber tað til, at boðini fyrst komu til løgtingið úr landsstýrinum - og síðani frá Jarðfeingi til Taks og svenska eigaran?
  6. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um nakað samband er millum svarið, sum landsstýrismaðurin gav løgtinginum 4. oktober 2010, og skrivið, dagfest tann 5. oktober 2010, sum Jarðfeingi sendi Taks um sama mál dagin eftir?


Viðmerkingar:


Sambært løgtingslóg um meirvirðisgjald er gransking ikki undantikin frá MVG. Tí verður spurt hvat svarið, sum landsstýrismaðurin gav tann 4. oktober 2010, uppá § 52a fyrispurning nr. 8/2010, bygdi á.

 

Sambært skrivið frá Jarðfeingi til Taks, dagfest 5. oktober 2010, hevur umrødda útgerð formliga staðið í navninum hjá Jarðfeingi ið hvussu er frá mai 2008 til oktober 2010. Men sambært upplýsingum hjá spyrjaranum brúkti Jarðfeingi einans útgerðina í 2008.  Tí verður spurt nær hon varð brúkt - og um hon møguliga er brúkt til onnur endamál.

 

Tann 4. oktober 2010 segði landsstýrismaðurin fyri løgtinginum, at "tá ið verkætlanin varð liðug" skuldi hon antin flytast av landinum ella skrásetast av nýggjum. Dagin eftir sigur Jarðfeingi í skrivi til Taks og til svenska útleigaran: "Nu, hvor prosjektet er afsluttet, skal boreudstyret ikke anvendes mere, og skal derfor enten flyttes tilbage til Sverige, eller registreres behørigt efter gældende regler".

 

Av tí at hetta verður sagt dag um dag úr landsstýrinum og av Jarðfeingi, verður spurt, um samband er ímillum.

 

Svar:

 

Til 1.
Jarðfeingi hevur ikki rindað MVG av tænastum frá útlendskum fyritøkum í sambandi við verkætlanina.

Leggjast skal afturat, at roknskaparliga er tað so við MVG, at tá almennir stovnar rinda MVG, verður hetta altíð endurrindað, so MVG er ikki ein útreiðsla, ið tyngir játtanina hjá almennum stovnum.


Til 2.
Vegleiðing hjá TAKS við heimild í § 5 í MVG-lógini um undantøk. Jarðfeingi hevur fingið loyvi frá Fíggjarmálaráðnum at innflyta útgerðina við MVG-undantøku.


Til 3.
Royndarboringarnar vóru lidnar í november 2008.Boriútgerðin varð standandi óvirkin í Føroyum, tí svenska fyritøkan hevði ikki beinleiðis brúk fyri henni í Svøríki. Svenski eigarin helt, at góður møguleiki fór at vera fyri, at hon kundi koma vinnuliga í gongd í Føroyum, og tí var góð orsøk til at lata hana vera standandi í Føroyum (eingin annar í Føroyum hevur tílíka útgerð). Hesum setti Jarðfeingi seg ikki upp í móti.

 

Frá november 2008 – d.d. hevur boriútgerðin staðið óvirkin – undantikið tvær boringar. Svenski eigarin hevur nýtt útgerðina tvær ferðir:

 

  1. At gera roynd at bora eftir drekkivatni í Rituvík (hetta var Jarðfeingi vitandi um). Royndin var áhugaverd, tí nógvar kommunur hava trupulleikar av at útvega vatn summarhálvuna, og kanningin skuldi vísa, um grundvatn er, sum kann brúkast til drekkivatn.
  2. At gera vindmyllufestir í orkuverkætlanini í Kambsdali (uttan at Jarðfeingi varð kunnað).

 

Í báðum førum hevur Sp/f Umhvørvisportrið (har svenska fyritøkan er partaeigari) staðið sum arbeiðstakari. Svenska borifyritøkan hevur latið boriútgerðina og eitt arbeiðsfólk. 

 

Í oktober 2010 boðaði Jarðfeingi TAKS frá, at royndarboringarnar vóru lidnar.Jarðfeingi hevur umvegis telefon fingið váttað frá TAKS, at innflutningsgjaldið av boriútgerðini er goldið 29.12.2010.

 

Jarðfeingi staðfestir, at tað var ein feilur, at Jarðfeingi ikki beinanvegin, eftir at royndarboringarnar vóru lidnar, kravdi, at útgerðin fór av aftur landinum, ella var umskrásett, men sum nevnt, er umskrásetingin farin fram, og innflutningsgjaldið goldið.

 
Til 4.
Útgerðin kom til Føroya í mai 2008, og liðugt var at bora jarðhitaholini við tilknýti til jarðhitaverkætlanina í november 2008. Svenski eigarin avgjørdi at lata útgerðina vera verandi í Føroyum av tí, at tað vóru útlit fyri, at eftirspurningur fór at vera eftir at gera jarðhitaskipanir.

 

Í oktober 2010 bað Jarðfeingi um, at útgerðin antin varð flutt av landinum aftur, ella at útgerðin varð flutt í navnið á veruliga eigaranum. Tann 29. des. 2010 var hetta liðugt avgreitt millum svenska eigaran og TAKS, soleiðis at útgerðin tá ikki longur stóð í navninum hjá Jarðfeingi.


Til 5 og 6.
Royndarboringar vóru lidnar í november 2008. Orsøkin til at hon so ikki fór av landinum var, at roknað varð við, at hon kundi fara undir vinnuligt virksemi skjótt aftaná. Men av ymsum orsøkum dró tað út.

 

Á heysti 2010 metti Jarðfeingi, at formligu viðurskiftini áttu at fáast í rættlag, men áðrenn hetta varð gjørt, kom spurningurin í Løgtinginum, og hevði hann við sær, at skundað varð undir tilgongdina. Jarðfeingi staðfestir, at hesi viðurskifti áttu at verið komin í rættlag áðrenn, og er talan um eitt mistak, at hetta ikki var gjørt fyrr.


 

 


Aftur
DirMaxe.com UrlShake.com HumanEditedDir.com ListingDir.com HQDir.com ABestDir.com BZDir.org DirFK.com DirHH.com DirInTheUK.com BuBuDir.com
Sendistovan