Ráðsskrivstovan hevur um hendi yvirskipaða umsiting og samskipan í Vinnumálaráðnum.
Ráðsskrivstovan fyrisitur tvørgangandi mál, so sum fíggjar-, lønar- og starvsfólkamál hjá Vinnumálaráðnum umframt stovnum undir ráðnum.
Løgdeildin fyrisitur vinnumál.
Herundir koma handilsmál, vinnufelagamál, roknskaparmál, tryggingarmál, veterinermál, alimál, sjóvinnumál, einkarrætt, merki og mynstur.
Løgdeildin fyrisitur eisini arbeiðsmarknaðarmál, javnstøðumál, arbeiðsumhvørvismál og kavaramál.
Vinnudeildin fyrisitur samskiftismál og samferðslumál.
Herundir koma post- og fjarskiftismál, samferðslumál, loftferðslumál.
Vinnudeildin fyrisitur eisini jarðfrøði, oljumál, elveitingarmál, kappingarmál og marknaðarføring, herundir brúkaravernd.