Góði borgari
Tað hevur stóran týdning, at vinnan í Føroyum hevur góðar karmar at virka undir – ikki minst í hesum tíðum. Í Vinnumálaráðnum hava vit í eina tíð arbeitt við at gera uppskot til átøk, sum kunnu skapa vøkstur og virksemi í samfelagnum. Vit hava arbeitt saman við fólki umboðandi nógvar ymiskar vinnugreinar, stovnar og aðalráð.
Vit hava nú eitt upplegg við 23 ítøkiligum uppskotum um átøk. Hetta verður grundarlag undir einum aðalorðaskifti í Løgtinginum í næstum. Fyri at geva Løgtinginum best møguligt grundarlag í viðgerðini vilja vit fyrst fáa tínar viðmerkingar til uppskotini. Tí hava vit lagt átøkini út til hoyringar hjá tykkum borgarum fyri at hoyra, um nakað kann betrast - ella um onnur uppskot eru.
Niðanfyri sært tú átøkini. Hevur tú onkrar viðmerkingar, hugskot til onnur átøk ella spurningar, vilja vit sera fegin frætta frá tær. Tú kanst skráseta tína viðmerking longst til høgru á hesari síðu. Til ber eisini til at senda viðmerkingar til vmr@vmr.fo.
Vøkstur og Virksemi |
Átøk at menna nýggjar vinnur |
|
Átøk at betra um vinnuligu karmarnar |
Førleikamenning og útbúgving |
|
Marknaðarføring av Føroyum |
||
Tak niður alla vakstrarætlanina sum PDF fílu