Vinnum�lar��i�
Leita

Vinnupolitisku karmarnir

 

Endamálið við teimum 23 átøkunum er at stuðla undir búskaparvøkstur, bæði nú og seinni. Fyri at eydnast krevst tó, at átøkini eru gjørd við umhugsni og grundað á ein langtíðar vinnupolitikk við greiðum karmum. Á hendan hátt kunnu vit tryggja vinnuni í Føroyum eitt stabilt grundarlag at reka virksemið á og fólki í Føroyum eitt gott livistøði – eisini tá búskaparkreppan er hæsað av.

 
Føroyar eru eitt ríkt land. Vit eru tó ikki líka rík sum grannalondini, og heldur ikki so rík, sum vit kundu verið, um vit høvdu skipað okkum øðrvísi. Fleiri ymiskar orsøkir eru til, at so er. Við at føra ein miðvísan og stabilan vinnupolitikk er málið at førka okkum tann vegin, at vit gerast líka rík sum grannalondini, og harvið gerast millum ríkastu lond í OECD í mun til íbúgvatalið.
 
Í fyrsta lagi snýr vinnupolitikkur seg um at skipa vinnuliga bygnaðin á ein hátt, so starvsfólk, kapitalur og náttúrutilfeingi verða eggjaði til at leita sær til mest produktivu vinnurnar. Tær mest produktivu vinnurnar eru best førar fyri at gjalda starvsfólkunum eina betri løn og íleggjarum eitt hægri avkast.
 
Í øðrum lagi snýr vinnupolitikkur seg um at menna førleikar og umstøður hjá starvsfólkunum at vera nýskapandi (innovativ).
 
Tey 23 átøkini í hesi ætlan eru grundað á langtíðar vinnupolitikkin hjá landinum.[1] Fyri at geva innlit í karmarnir kring tey 23 átøkini eru grundarsteinarnir í vinnupolitikkin lýstir í stuttum. Tann førdi vinnupolitikkurin byggir á tríggjar grundarsteinar.
 
 
Grundarsteinur 1
At skapa vælvirkandi marknaðir, bæði innanlands og tvørtur um landamørk.
 
 
Vælvirkandi marknaðir, bæði innanlands og tvørtur um landamørk verða serliga skaptir við:
  • at skipa vælvirkandi kapping í einum opnum búskapi,
  • at allar vinnur sum meginregla verða viðgjørdar eins,
  • at menna eitt vælvirkandi undirstøðukervi, bæði sosialt, útbúgvingarliga, tøkniliga, fysiskt og í vinnulóggávuni.
Hetta merkir m.a., at tað almenna sum meginregla ikki skal geva ávísum vinnum ella fyritøkum fyrimun ella áleggja teimum serligar byrðar, uttan so at týdningarmiklar orsøkir eru fyri hesum.
 
 
Grundarsteinur 2
Við miðvísum tiltøkum at menna karmar og førleikar hjá føroyskum virkjum og arbeiðsmegi, so hesi eru brynjað at taka kappingina upp á altjóða marknaðinum.
 
 
Umframt at betra um vinnuligu karmarnar er umráðandi, at tað almenna eisini virkar fyri at menna teir førleikar, sum skulu dríva vøksturin innan teir vælvirkandi karmarnar. Tað snýr seg her serliga um menningina av íverksetan, utbúgving, gransking og vitanarspjaðing, umframt KST- og starvsfólkanýtslu.
 
 
 
Grundarsteinur 3
At greiða umheiminum frá um føroysku vinnuligu karmarnar gjøgnum eina miðvísa marknaðarføring, sum skal eggja útlendingum til at tilføra kapital og vitan til føroyska samfelagið.
 
 
So hvørt sum vinnuligu karmarnir verða betraðir hevur tað týdning at greiða útlendskum fyritøkum og starvsfólkum frá um vinnuligu karmarnar í Føroyum. Í einari verð við harðari kapping um framleiðslumiðlarnar kann tað ikki væntast, at útlendskar fyritøkur og starvsfólk av sær sjálvum fara at geva sær far um vinnuumhvørvið í einum lítlum og fjarskotnum landi sum Føroyum. Tí er neyðugt við miðvísari marknaðarføring at kveikja áhugan fyri virksemi í Føroyum.

 

Tak niður alla vakstrarætlanina sum PDF fílu

Navn 
Teldupostur 
Fyritøka, organisatión vm. 
Viðmerkingin er í samband við:
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
Viðmerking 
18-11-2009 16:38
DirMaxe.com UrlShake.com HumanEditedDir.com ListingDir.com HQDir.com ABestDir.com BZDir.org DirFK.com DirHH.com DirInTheUK.com BuBuDir.com
Sendistovan